Fótbóltur er mítt lív

- Fótbóltur leggur nógvar forðingar fyri tínum vanliga sosiala lívi, tí tú ert nógv burturstaddur og tú hevur ongantíð frí um vikuskiftini, men eg havi fingið nógv burtur úr at vera fótbóltspælari, sigur tiltikni málverjin Ray Clemence, sum er í Føroyum í hesum døgum

Hann telist millum størstu nøvnini í enskum fótbólti, og framvegis hevur hann týðandi leiklut innan fótbóltsspælið í Onglandi.

Heimskendi bretski málverjin, Ray Clemence, er í hesum døgum at síggja í føroyska høvuðsstaðnum, higar hann er komin við enska U16 fótbóltslandsliðnum, sum luttekur í NM-kappingini, sum hevur verið í Gundadali alla vikuna.

Ray Clemence var málverji í Liverpool, tá felagið var tað mest vinnandi í enskum fótbólti í sjeytiárunum. Í 1981 flutti hann til Tottenham, har hann spældi til 1988. Clemence var eisini á enska landsliðnum 61 ferðir til hann í 1983 gavst á landsliðnum.

Í dag er Ray Clemence í starvi hjá enska fótbóltssambandinum, har hann hevur stóru uppgávuna at venja og halda eyga við øllum teimum málverjum, sum kunnu koma á ensk landslið. Hann venur teir bestu, sum spæla á enska A-landsliðnum, og hann hann venur eisini teir ungu og lovandi, sum spæla á U16 landsliðnum.

Mikudagin hitti Sosialurin kenda enska málverjan á Hotel Føroyum, har øll tey útlendsku fótbóltsliðini, sum eru við í NM-kappingini, búgva. Vit tosaðu við hann um arbeiðið sum málmansvenjari, um hansara dagar í Liverpool-málinum og um hvørjar eginleikar ein málverji í nútímans fótbóltsspæli skal hava.


Bæði ungar og royndar

- Fótbóltur er ein fantastiskur ítróttur, og eg havi brúkt stóran part av lívi mínum upp á fótbólt. Tá kroppurin so boðar frá, at hann ikki klárar at spæla meira, so er tað frálíkt at kunna verða verðandi innan fótbóltheimin og geva víðari tað, sum eg havi lært og upplivað, sigur Ray Clemence.

Uppgávan í Føroyum er saman við U16 landsliðnum, men í summar var Ray Clemence partur av enska landsliðnum, sum spældi við í EM-endaspælinum í Belgia og Hollandi. Har var uppgávan at venja landsliðsmálverjarnar David Seaman og Nigel Martyn.

- Seaman og Martyn eru ávíkavist 36 og 33 ára gamlir, og teir hava nógvar royndir. Tí kann eg ikki læra teir nakað, men eg kann syrgja fyri, at teir eru væl fyri. Teir ungu málverjarnir skulu allatíðina læra nakað, meðan teir, sum spæla á A-landsliðnum, skulu halda málmansspælið við líka, greiðir Ray Clemence frá.

Uppgávurnar hjá einum málmanni eru nógvar, men í grundini snýr tað seg um at forða mótstøðumonnunum í at gera mál.

- Málmenn skulu duga at brúka hendurnar, tí tað nyttar einki at tora at tveita seg niður fyri føturnar á álopsspælarum ella upp í málhornið, um endin á øllum er, at tú ikki klárar at taka bóltin ella fáa hann burtur. Hendurnar eru týdningarmiklar.

- Tá vit tosa um altjóða fótbólt, so er konsentratiónin eisini sera týdningarmikil, og málmenn skulu taka røttu avgerðirnar. Í altjóða fótbólti hava málmenn sjáldan nógv at gera, men tá tað er okkurt at gera, so mugu teir taka røttu avgerðirnar.


Tær størstu løturnar

Ray Clemence hevur sjálvur roynt alt tað, sum hann tosar um. Hann hevur spælt nógvar avgerandi dystir, bæði í Onglandi og í altjóða fótbólti við Liverpool og enska landsliðnum. Men í grundini ætlaði hann sær ikki at vera málverji.

- Eg ætlaði ongantíð at gerast málverji, og eg stóð ikki í málinum, fyrr enn eg gjørdist 15 ára gamal. Eg byrjaði sum áleypari og endaði sum verjuspælari. Ein dagin manglaði liðið, sum eg spældi á, ein málverja, og venjarin helt, at eg skuldi royna meg, og alt kom bara natúrliga eftir tað.

- Fólk plagdu at siga, at tað er eingin spennandi uppgáva at vera málverji, og tað plagdi tað kanska ikki at vera, men tað er tað nú. Málmenn vinna dystir fyri síni feløg og landslið, og við brotssparkskappingnum hava teir eisini fingið ein stóra uppgávu. Teir kunnu blíva hetjur, um teir gera bjargingarnar.

Áðrenn stóru tíðina í Liverpool í sjeytiárunum, spældi Ray Clemence í tvey ár í 3. deildarfelagnum Scunthorpe. Har fekk tiltikni venjarin hjá Liverpool, Bill Shankly, eyga á Clemence, og eftir at hava fylgt honum í eina tíð, avgjørdi Liverpool at keypa hann fyri 140.000 krónur.

Hetta var í 1967, og eftir tað fylgdu 14 framúr ár í Liverpool, har Clemence helst var kendasta navnið á Liverpool-liðnum.

- Tey 14 árini í Liverpool góvu mær mínar størstu løtur innan fótbólti. Eg spældi saman við nógvum góðum spælarum, og vit vunnu nógv. Um eg skal peika á tíðarskeið, sum var tað besta, so má tað var í 1977, tá vit innan 10 dagar spældu tríggjar avgerandi dystir. Vit vunnu meistaraskapin leygardag, taptu síðani steypafinaluna leygardagin eftir, og mikudagin vunnu við Europa Cup fyri meistaralið, greiðir Clemence frá.

- Hesir dagarnir góvu mær alt, sum fótbóltsspælið kann geva. Tann stóra gleðin at vinna, síðani vónbrotið at tapa, og síðani uppgávan at taka seg saman aftur og vinna tann størsta sigurin. Tað var ótrúliga spennandi og stuttligt - eisini veitslan eftir Europa Cup sigurin, leggur hann aftur at flennandi.

- Hana fara allir teir, sum vóru við, at minnast fyri lívið, sigur hann uttan at koma við eini nærri frágreiðing.


Finalan gjørdist ein vanligur dystur

Í Liverpool spældi Clemence 656 dystir, og í 335 av hesum dystum helt hann málið reint.

- Eg hevði góðar spælara rundan um meg. Vit kendu væl hvønn annan, bæði styrki og veikleikar, og av tí at vit høvdu so gott lið, brúktu vit meginpartin av tíðini á hálvuni hjá mótstøðuliðunum.

Clemence varð einaferð endurgivin fyri at siga, at við hvørt ivaðist hann í, um hann varð ynsktur á Liverpool-liðnum. Hann hevði so lítið at gera, at slapp hann at gera 3-4 bjargingar í einum dysti, so hevði hann havt nógv at gera.

- Eg hevði góðar verjuspælarar frammanfyri meg, men eg hevði eisini góða konsentratión. Tá eg í einum dysti skuldi gera onkrar bjargingar, so skuldi eg eisini gera tær. Og tað leggi eg framvegis stóra vekt á - málmann skulu vera klárir og teir skulu konsentrera seg allan dystin.

Í 1981 flutti Clemence úr Liverpool og til Tottenham, har hann síðani spældi til hann gjørdist 39 ára gamal.

- Seinasti dysturin hjá mær í Liverpool var Europa Cup finalan ímóti Real Madrid í 1981. Dysturin var spældur í Paris, og frammanfyri 50.000 áskoðarum vunnu vit 1-0. Fólk trúðu ikki sínum egnu oyrum, tá tey hoyrdu, at eg skuldu flyta úr Liverpool eftir ein slíkan dyst.

- Men eg tók avgerðina í skiftirúminum eftir hendan dystinum, tí meðan spælararnir drukku sjampanju og vóru í góðum lag, uppfataði eg tað heila sum ein vanligan dyst. Tá ásannaði eg, at eg hevði brúk fyri nýggjum avbjóðingum fyri at fáa meira burtur úr persónliga. Tá ein europeisku finalan verður bara ein vanligur dystur fyri teg, so verður tú noyddur at leita eftir eini nýggjari avbjóðing onkra aðrastaðni, og tað gjørdi eg í Tottenham.

Í Tottenham var Ray Clemence við til at vinna ensku steypakappingina, og í 1984 vann Tottenham UEFA Cup kappingina. Men annars vóru sigrarnir ikki at samanlíkna við tað, sum hann hevði vunnið í Liverpool.

Clemence spældi 61 landsdystir á enska landsliðnum, og tað gjørdi hann samstundis, sum hann kappaðist við eitt annað kent navn, Peter Shilton. Í 1983 gavst Clemence á landsliðnum, og tá høvdu hann og Shilton spælt nøkunlunda líka nógvar landsdystir. Shilton helt fram á landsliðnum, og hann spældi samanlagt yvir 120 landsdystir.

- Um annar av okkum ikki var málverji, so hevði hin spælt so nógvar landsdystir, sum eingin hevði kunnað samanlíka seg við, heldur Clemence.


Friðarligt í Føroyum

Hóast hann hevur ferðast nógv, er hetta fyrsta ferðin, at Ray Clemence er í Føroyum.

- Mær dámar væl her. Eg havi skilt á lagnum, at tit hava ikki havt slíkt turrveður í 100 ár, so eg havi verð heppin. Hitin hevur verið góður, og tað hevur verið lítið av vindi. Fólk eru sera fyrikomandi og blíð, og her er so friðarligt og vakurt.

- Vit gingu ein túr í býnum í dag, og tað er munur á her og í London, har eg búgva. Har gongur alt so skjótt fyri seg, fólk eru stressað og havi ikki stundir til nakað. Her tykist alt at ganga eitt sindur spakuligari fyri seg, sigur hann.

Hóast hann hevur nógv ár á baki innan fótbólt, so ætlar hann sær at halda fram. Í løtuni er hann málmansvenjari, men hann útilokar ikki, at hann einaferð í framtíðini verður venjari hjá onkrum felagi í Englandi.

- Fótbóltur hevur verið mítt lív, so einfalt er tað. Eg elski fótbóltsspælið og ynski framvegis at vera ein partur av tí við øllum tí, sum fylgir við.

- Tað er ein ítróttur, sum fer við nógvari tíð, og fótbólturin leggur nógvar forðingar fyri tínum vanliga sosiala lívi, tí tú ert nógv burturstaddur og tú hevur ongantíð frí um vikuskiftini. Og sjálvt tá tú ert venjari, mást tú offra nakað. Men eg havi fingið nógv burtur úr at vera fótbóltspælari, eg havi lært nógv, ferðast kring heimin, og eg møtt nógvum fólki, sum eg annars ikki hevði møtt, sigur Clemence.

Í morgin fer hann heimaftur til Onglands, og tá kann hann samstundis halda sín føðingardag nummar 53.

Málmanskempan úr Onglandi.




Myndatekstir:


- Fótbóltur er ein fantastiskur ítróttur, og eg havi brúkt stóran part av lívi mínum upp á fótbólt. Tá kroppurin so boðar frá, at hann ikki klárar at spæla meira, so er tað frálíkt at kunna verða verðandi innan fótbóltheimin og geva víðari tað, sum eg havi lært og upplivað, sigur Ray Clemence. Mynd: Jonhard Hammer


- Tey 14 árini í Liverpool góvu mær mínar størstu løtur innan fótbólti. Eg spældi saman við nógvum góðum spælarum, og vit vunnu nógv, sigur tiltikni málverjin úr Onglandi. Mynd: Jonhard Hammer



Ray Clemence vardi málið hjá Liverpool, tá felagið var tað mest vinnandi í enskum fótbólti í sjeytiárunum. Hann spældi eisini í Tottenham og 61 ferðir á enska landsliðnum mentanarpallinum. Innan tónleik, yrking, sjónleik, málningalist, handverk og aðra skapandi list - í ítrótti - grógva nýggjar blómur fram allastaðni. Sum hóast trong kor skapa virðir, sum ongin hevði trúð gjørlig. Í fjør: 40 fløgur við upprunaligum føroyskum tónleiki. Tað hevði svarað til, at meira enn 10 upprunaligar fløguútgávur komu út í okkara størru norðurlendsku grannalondum ? um dagin. Føroysk symfoni. Kórsangur á altjóða støði. Framsýningar, handverk og list. Altjóða úrslit í ítrótti.

Vinnuliga skínur morgunsólin bjartari enn nakrantíð. Okkara fiskivinna er nú um at gerast ein sjálvstøðug vinna, sum klárar seg uttan studning. Tað, sum mong hildu ikki fór at bera til, tað bar til. Fólkini í alivinnuni hava lagt lunnar undir eina vinnu, sum nú er ein stórur partur av okkara tjóðarinntøku. Tað, sum mong hildu ikki fór at eydnast, tá sjúka og húsagangir herjaðu, tað hevur eydnast.

Eisini landsbúskaparliga er morgun í Føroyum.

Okkara ovurhonds stóra og skammiliga uttanlandsskuld, sum var ein standandi áminning um tað ábyrgdarloysi sum valdað hevði, verður afturgoldin við rúkandi ferð.

Yvirskotið hjá tí almenna nú er nærum líka stórt sum blokkstuðulin úr Danmark. Tað manglar bara heilt lítið í at vit klára at svara hvørjum sítt við teimum virðum, sum verða skapt við okkara egnu framleiðslu.

Vit síggja nú at tað ikki er nøkur náttúrulóg at føroyingar mugu lyftast og stuðlast og matast fyri at klára seg. Fara vit skilvíst og hóvliga fram, so klára vit at standa á okkara egnu beinum sum aðrar tjóðir. Vit fara sjálvsagt klára at gjalda fyri okkara egnu vælferð, fyri okkara eldru og hava ábyrgd fyri teimum, ið tørva hjálp. Alt annað er óvirðiligt og sjálvsøkið.


Vit hava framíhjárættindi

Og fólkaræðisliga lýsir fyri degi:

Ein grundlógarnevnd situr og smíðar ein karm um okkara samfelag, sum skal vera grundaður á okkara egnu søguligu og mentanarligu virði.

Úr teimum virðum, sum vit fagna á ólavsøku, skulu hesi fólk evna ein hornastein, sum skal vera sjálvt tað politiska grundarlagið undir okkara samfelag í framtíðini. Tey viðgera tey grundleggjandi virðini fyri okkara fólkaræði, okkara ábyrgd og samstarv við aðrar tjóðir og umsitingina av okkara virðum.

Vit fara øll at kunna taka støðu til uppskotið.

Hetta er í veruleikanum eitt privilegium ? ein framíhjárættur, sum er fáum ættarliðum og fólki beskorin. Tað leggur eina stóra ábyrgd á okkum og tað er upp til okkum, hvussu vit velja at taka við henni.

Vit liva í eini spennandi tíð. Tað er morgun í Føroyum. Lat okkum halda ólavsøkuna her mitt í sjónum. Her mitt í øllum vøtnum. Og lat okkum eisini eftir ólavsøku fáa tað at syngja, at vit eru her.

Góða ólavsøku.


Høgni Hoydal