Ein donsk kanning vísir, at fótbóltur tvær ferðir um vikuna ger líka góðan mun fyri heilsuna, sum heilivágur.
Tað skrivar dr.dk.
Ein roynd, har menn í 50-árunum, ið hava diabetis 2 og ov høgt kolestoroltal, gingu til fótbólt tvær ferðir um vikuna, vísir, at tað ger líka góðan mun, sum um menninir høvdu tikið heilivág fyri sjúkurnar.
Tað hevur verið kent, at rørsla byrgir fyri diabetis 2 og ov høgum kolestoroli, men hendan kanningin staðfestir altso, at motión er líka góð sum heilivágur.
Renning hevði verið eins góð móti sjúkunum, men tað er meira motiverandi at spæla fótbólt, tí fokusøkið er meria á bóltinum enn á sjálvari renningini, skrivar dr.dk.