Fótbóltur og býar­bóka­savn

Tórshavnar býráð hev­ur samtykt at játta 3,1 milli­ón krónur til komm­ununar part av at leggja framkomið gras­líki á Tórsvøll. Sam­stundis hevur Fót­bólts­samband Føroya boðað frá, at tað játtar 4,5 mió kr til endamálið.

Jógvan Arge
Formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs

Hetta fer at bøta munandi um leikum­støð­urnar á Tórsvølli til altjóða dystir og ikki minni um møguleikarnar hjá havnarfeløgunum at fáa tímar á Tórsvølli. Arbeiðini verða boðin út í næstum.
Samstundis hev­ur býráðið játtað Tórs­havnar Golfklubba 400.000 krónur, nú part­ar av tilfarinum, sum verður tikið av grasv­øllinum á Tórsvølli, verð­ur flutt út á Glyv­urs­nes at nýta til at bøta um umstøðurnar á golfvøllinum.

Hoyvíksvøllur
Býráðið hevur samtykt at játta fyrstu pengarnar til at fyrireika fótbólts­vøll í Hoyvík, og fyrsta takið er at eftir­kanna staðsetingar­møgu­leik­arnar og taka avgerð um staðsetingina.
Fleiri møguleikar hava verið frammi. Í sam­bandi við skúla­bygg­ingina við Løg­manna­breyt og Karla­magn­usarbreyt varð skotið upp at gera fótbólts­vøll beint niðanfyri skúl­an framvið Karla­magn­usar­breyt.
Síðani hava uppskot verið frammi um at gera hann í Dalinum Langa niðan frá Hoy­víks­høll­ini. Hesir og kanska aðrir møguleikar við skula nú lýsast nærri til støðutakan, áðrenn farið verður víðari við ætl­anini.

Býarbókasavnið dagførast
Tórshavanr býráð hevur samtykt at játta 1,5 mió krónur til at dagføra Býar­bókasavnið í miðbý­num. Í seinastuni er bøtt um umstøðurnar í veghæddini og kjall­aran­um í Niels Finsensgøtu.
Hendan nýggja játt­an­in er ætlað til at fara víðari við hesum dag­føringum. Endamálið er at víðka um virksemis­møguleikarnar og gera býarbókasavnið enn sjónligari og virknari í gongugøtuni.
Eitt samt býráð tók undir við tilmælunum frá mentamálanevndini og fíggjarnevndini.

Innbúgv til Venjingarskúlan
Serhølini til alis- og evna­frøði á Venjingar­skúl­anum eru undir umvæling. Tórshavnar býráð hevur nú játtað slaka hálva millión til innbúgv og útgerð til hølini, sum verða liðug í næstum.