Desember mánaður er veitslumánaður burtur av við nógvum av teimum vælumtóktu jólaborðhaldunum.
Í tí sambandi skuldi ein trúð, at hetta fór at síggjast aftur í hagtølunum hjá løgregluni yvir bilførarar, sum verða tiknir fyri rúsdrekkakoyring.
Vakthavandi løgreglumaður sigur, at løgreglan hevur havt eitt vakið eyka við ferðsluni, men í so máta hevur desember mánaður ikki verið øðrvísi enn aðrir mánaður.
Hann hevur ongi hagtøl við hondina, men hann staðfestir, at hendan tíðin hevur ikki verið óvanlig á nakran hátt í so máta.
Sjálvur heldur hann, at bilførarar ansa væl eftir.
Men hann ivast heldur ikki í, at tað hevur fyribyrgjandi ávirkan at revsingin fyri at koyra við rúsdrekka í blóðunum er rættiliga hørð.
Ikki minst rakar hon hart fíggjarliga.
Bara ein smakkar sær á og hevur ímillum 0,2 og 0,8 promillu í blóðunum, fær bilførarin ein treytaðan dóm og skal upp til nýggja koyriroynd og tað er dýrt.
Samstundis fær bilførarin bót, sum er eini 25% av vanaligu mánaðarlønini fyri skatt.
Samstundis hongur tann treytaði dómurin yvir høvdinum á bilføraranum í trý ár og verður hann tikin aftur hesa tíðina við so mikið sum 0,2% promillum í blóðunum fær hann dóm fyri rúsdrekkakoyring.