Um knappar tríggjar vikur verða fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið. Í kvøld er lutur kastaður um, hvør skal spæla ímóti hvørjum.
Steypavinnararnir í Víkingi, sum við 2-1 sigri í gjár á útivølli sendu B36 úr kappingini, mugu roknast at vera stórfavorittar at røkka hálvfinaluna, tí Víkingur fær í fjórðingsfinaluni vitjan av FC Suðuroy í 1. deild.
Stóra steypaliðið nógvu tey seinnu árini hevur verið EB/Streymur. Í fjórðingsfinaluni skal EB/Streymur spæla í Gundadali ímóti HB, sum eigur stoltastu steypasøguna av øllum.
Nú sunnudagin fara ÍF og KÍ at hittast í landskappingardysti í Fuglafirði. Lutakastið í kvøld lagaði tað soleiðis, at hesi bæði liðini hittast aftur tvær vikur seinni, tá ið fjórðingsfinalan teirra millum verður í Klaksvík.
Síðsta fjórðingsfinalan verður uppgerð í Runavíkar kommunu. Skála í 1. deild fær vitjan av NSÍ.
Allar fjórðingsfinalurnar verða spældar sunnudagin 5. mai.
HB-EB/Streymur
KÍ-ÍF
Víkingur-FC Suðuroy
Skála-NSÍ