Tað verður uttan hjálp frá spælarum, hjálparfólkum og venjaratoyminum, ið situr í sóttarhaldi á Hotel Brandan, at Slovan Bratislava skal dystast við KÍ í Champions League fríggjadagin klokkan 17.
Tað hevur fútin, Michael Bolsen, staðfest fyri Kringvarpinum í tíðindunum í kvøld. Virkandi formaðurin í Slovan Bratislava, Ivan Kmotrík, hevur annars meldað út, at hann ynskir at fáa spælararnar hjá sær loystar úr sóttarhaldinum, og vísur á tveir negativar koronatestir hjá hópinum.
- Sóttarhald er tvær vikur og tað er tvær vikur, og soleðis er tað fyri øll. Eisini tey, sum ferðast hertil. Tað er soleiðis vit hava valt at gjørt tað. Onnur lond velja at gera tað øðrvísi, men soleiðis eru reglugerðirnar í Føroyum, sigur Michael Bolsen, fúti.
Champions League dysturin millum KÍ og Slovan Bratislava, sum skuldi verða í kvøld klokkan 19, er nú fluttur til fríggjadagin klokkan 17. Upprunaliga var ætlanin at spæla hann klokkan 19, men tað verður av ongum, tí Europa League finalan verður sama kvøldið.
##med2##
Evropesiska Fótbóltssambandið leggur nógv fyri, at dystir ikki verða spældir samstundis sum tað eru stórdystir í Champions League og Europa League. Eftir ætlan lendir eykaliðið hjá Slovan Bratislava í morgin klokkan 12.15.
Teir skulu venja á vøllinum í Klaksvík klokkan 18, men tá skulu teir hava verið testaðir og allar royndir skulu verða negativar.
##med3##
Europa League undanumfar:
Hósdagin 20. august
B36-St Joseph’s (16.30)
NSÍ-Barry Town United (18.00) Beinleiðis á FM1
Glentoran-HB (19.00)
Europa League 2. umfar:
B36/St Joseph’s - Levadia Tallinn
Aberdeen – NSÍ/Barry Town United
Motherwell – HB/Glentorian
Champions League 1. umfar:
Fríggjadagin 19. august
KÍ-Slovan Bratislava (17.00) Beinleiðis á FM1
Champions League 2. umfar:
Young Boys – KÍ/Slovan Bratislava