ÍF ætlar sær meira

Liðini, sum hittast til dystin í Fløtugerði í Fuglafirði sunnudagin, eru í ymiskum støðum. ÍF tapti stórt í fyrsta dystinum í ár, meðan B36 vann ein sera góðan sigur á Skála


ÍF spældi verjukent í Havn, men teir kláraðu ikki at halda tætt ímóti unga HB-liðnum, sum skoraði fimm ferðir. Nú verður ÍF á heimavølli, og tað er beinanvegin ein onnur útgangsstøða. Teir ætla sær at leggja meira fyri, og teir hava altíð ein álopsjokara í Bartali Eliasen, sum spældi í verjuni ímóti HB.
Allir teir somu spælararnir, sum vóru við ímóti HB, eru tøkir aftur hesaferð.
B36 fekk eina flúgvandi byrjan við einum sigri ímóti Skála síðsta vikuskiftið, og hóast B36 aftur hesaferð er á útivølli, ætla teir at tvífalda sítt stigatal. Landsliðsspælarin Bergur Midjord hevur ikki verið við seinastu vikurnar, tí hann breyt fótin á venjingarlegu hjá landsliðnum, og hann verður heldur ikki við í Fuglafirði.