Biomarsamtakið hevur fóðurvirkir í Noregi, Skotlandi, Fraklandi, Danmark, Grikkalandi og Chili Fiskafóðursamtakið Biomar í Noregi hevði í 2006 eitt úrslit eftir skatt, sum var heili 62% betri enn árið fyri.
Úrslitið fyri skatt var nevniliga 196 miljónir norskar krónur móti 121 miljónum krónum í 2005.
Rakstrarúrslitið í 2006 var 129 miljónir krónur móti 87 miljónum krónum í 2005. Samlaði umsetningurin av fóðurframleiðslu og sølu í 2006 var 1,621 miljardir krónur.
Eginpeningurin hjá felagnum í 2006 var 184 miljardir norskar krónur.
Biomarsamtakið hevur virkir í Noregi, Skotlandi, Fraklandi, Danmark, Grikkalandi og Chili, skrivar Fiskaren.