ÍF vísir spælarunum álit

Upp undir síðstu freistina varð umhugsað at fáa nýggjar spælarar at hjálpa til, men so varð avgjørt at dúva upp á teir, sum nú eru í felagnum. Nú hava teir møguleikan at vísa, at tað var rætt av okkum ikki at fáa okkum nýtt fólk, sigur Rógvi Róin

ÍF

 
ÍF arbeiðir við at fáa sær styrk aðra staðni frá. Henda søgan hevur aftur og aftur verið at hoyrt millum fuglfirðingar seinastu dagarnar. Nú er síðsta freistin fyri spælaraflytingum farin, og ÍF hevur ikki fingið sær nýggjar spælarar.
                      - Vit arbeiddu við onkrum møguleikum, men so sleptu vit teimum. Tað var upp á tal at leiga onkran føroyskan spælara, men tað spurdist einki burturúr tí. Vit høvdu eisini møguleika at fáa tveir danskar spælarar henda vegin, men tá ið vit høvdu vigað fyri og ímóti, avgjørdu vit at dúva upp á teir, sum hava spælt við ÍF, og sum sunnudagin vunnu sera týdningarmikla dystin á Sevmýri, sigur Rógvi Róin, sum hevur við spælarakeyp hjá ÍF at gera.
                      Tá ið ÍF var á Tvøroyri, vóru málverjin Tórður Thomsen, Gunnar Nielsen, Hanus Eliasen og Poul Ennigarð skaddir og tískil ikki á liðnum. Harafturat varð Sylla skaddur á Sevmýri, og tað er ivasamt, um hann og onkur annar av hinum nevndu verða førir fyri at spæla í morgin, tá ið ÍF skal spæla á Eiði.
                      - Venjarin vísti ungum monnum álit, og teir stóðu seg væl. Vit rokna við, at 17 ára gamli Frank Poulsen fer fættuliga at koma fyri seg. Nýggi málverjin, Jacob Kaas, stóð seg væl, og nú er rættulig kapping millum hann og Tórð Thomsen, sum vit hava leigað frá NSÍ, og sum tíverri varð skaddur undir venjing í síðstu viku, sigur Rógvi Róin.
                      - Vit hava verið serliga meint raktir av skaðum. Vit vóna, at teir, sum nú hava verið skaddir, skjótt fara at koma fyri seg aftur. Um tað verður neyðugt, so kann tað vera, at Eyðolvur R. Petersen og Fritleif í Lambanum, sum fyrr í mánaðinum fóru av landinum í útbúgvingarørindum, verða boðsendir til onkran av týdningarmiklu dystunum. Tað hava vit hildið vera betri loysn, enn tað hevði verið at fingið spælarar aðra staðni frá at hjálpa til.
                      Hvat rokna tit við, nú tað er ein triðingur eftir av kappingini?
                      - Hjá okkum snýr tað seg um at varðveita plássið í deildini. Sigurin á Sevmýri var sera týdningarmikil, men hóast munurin til botnin er fimm stig, so kenna vit á ongan hátt, at stríðið er liðugt. Tað eru nógvar spennandi avbjóðingar eftir. TB, KÍ, VB og GÍ eru undir okkum, og vit skulu spæla móti teimum øllum. Móti GÍ á heimavølli annan sunnudag, móti VB á heimavølli 11. september, móti KÍ í Klaksvík 25. september og móti TB í Fuglafirði 22. oktober. Allir dystirnir eru týdningarmiklir, og vit vóna, at tað skal bera til at fáa stig á Eiði í morgin. Men tað verður ikki minst í teimum fýra dystunum, sum her eru nevndir, at tað verður týdningarmikið at vinna, og vit hava álit á okkara monnum, at tað fara teir at megna. So er at vóna, at teir fara at liva upp til álitið, sigur Rógvi Róin frá ÍF.