Tá KÍF í gjár tók ímóti ÍF, var tað við rættiliga stórari vissu seinasti møguleikin hjá teimum ungu KÍF-kvinnunum at fáa nakað stig hetta kappingarárið. KÍF er aftast og ÍF næstaftast, og fyrr í vetur hevur KÍF so vunnið okkurt sett frá kvinnunum úr ÍF.
At byrja við sá tað eisini lovandi út, tí KÍF fór avstað og sá út til kanska at taka fyrsta settið. Men tað helt bara ikki allan vegin, og í evstu løtu streyk ÍF avstað við settinum. Í øðrum setti var stórur munur á, og somuleiðis vann ÍF triðja sett trygt, so talan gjørdist um ein – hóast alt – greiðan ÍF-sigur í Kollafirði.