Fa. Billutir í Kollafirði útvegar eykalutir skjótt og bíliga

Fa. Billutir í Kollafirði varð stovnað í 1993, við tí endamáli at útvega bíligar eykalutir til bilar. Hetta var í eini tíð, tá fíggjarkreppan herjaði, sølan av bilum var so gott sum ongin, og hevði hetta við sær stóran eftirspurning eftir bíligum eyka

lutum.

Magnus Gunnarsson


Fa. Billutir er bæði smá- og heilsøla, ið selur um alt landið. Stjóri í fyritøkuni er Petur Martin Johansen.


Allir vanligir

slitlutir á goymslu

At byrja við var tað mesta keypt úr Skotlandi, pundið var lágt, og ferðasambandið gott. Smyril fór úr Skotlandi leygardag og var í Føroyum mánadag. Eftir at Smyril gavst við hesi sigling bar ikki so væl til at handla við Skotland meira, tí tað tók alt ov langa tíð. Eisini er pundið styrknað, samstundis sum prísirnir úr Danmark eru blivnir meira kappingarførir. Nakað kemur tó framvegis úr Skotlandi.

Fa. Billutir hevur allar vanligar slitlutir til bilar á goymslu, og styrkin hjá fyritøkuni er, at teir útvega nýggjar og brúktar eykalutir skjótt og bíliga. Teir útvega allar karrossarílutir, so sum skermar, hurðar og tílíkt, alla vanliga bilútgerð, akkumulatorar, handamboð, handreinsievni og ymisk sløg av filtrum til skip.

Við tað at virksemið er so nógv vaksið, er ætlanin at bøta um umstøðurnar við at byggja eina nýggja høll til eykalutirnar við sølubúð.


Eykalutaskipan

og bremsutestari

Á bilframsýningini verður sýnt fram eitt telduforrit, sum er ein vøruskrá við eykalutum, sum bilverkstøð og servicustøðir kunnu keypa, har tey á skerminum sjálvi finna nummarið á eykalutinum, prísin, og hvat tíð tað tekur at skifta lutin, eins og øll onnur teknisk data um bilin.

Tá kunnu verkstøðini bíleggja við at siga nummarið á eykalutinum, og tey vita longu prísin framman. Hetta verður ein stór hjálp hjá bilverkstøðunum, sum beinanvegin kunnu siga, hvussu nógv umvælingin kostar.

Eisini verður ein bremsutestari vístur fram, so fólk kunnu síggja, hvussu bremsurnar virka, og hvønn týdning tað hevur fyri trygdina, at bremsurnar eru í ordan. Serkøn fólk koma úr Danmark at vísa fram forritið við eykalutunum og bremsutestaran.

Petur Martin væntar sær nógv av hesi framsýningin og sigur, at teir fara at hava fleiri góð tilboð.



Fa. Billutir

FO-410 Kollafjørður

Tlf. 421605

Fax 421666