Botnliðið í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two rakti veruliga botnin í dag.
Forest Green, sum liggur aftast í League Two við 20 stigum aftaná 25 dystir fekk tvær útvísingar, sum vóru givnar til faðir og son.
Spælarin hjá Forest Green, Charlie Cooper, og pápi hansara, Mark Cooper, sum er høvuðsvenjari hjá liðnum fingu báðir reytt kort tá Forest Green á heimavølli fyrr í dag tapti 1-2 ímóti Wycombe Wanderers.
Charlie Cooper fekk reyðakortið frá dómaranum, Antony Coggins fyri at traðka á ein spælara hjá Wycombe Wanderers. Hetta hendi tá 39 minuttir vóru farnir av dystinum á Nailsworth leikvøllinum.
Pápi Charlie Cooper, Mark Cooper sum er høvuðsvenjari hjá Forest Green Rovers var dansandi óður um, at sonurin hevði fingið reyða kortið, og hann mótmælti harðliga útvísingini. Tað gav ikki dómaranum, Antony Coggins annað val enn at vísa Mark Cooper tað reyða kortið, sum saman við soninum mátti síggja dystin frá áskoðaraplássinum. Men sum pápi kann Mark reypa av, at hann vardi sonin hjá sær.
Fótbóltur hevur nógvar stuttligar og skeivar søgur, og so hendi enn ein í hesum dystinum, har feðgar fingu reytt kort.
Útvísingarnar gjørdust dýrar fyri Forest Green Rovers, sum tapti 1-2 ímóti Wycombe Wanderers.