Í skrivi sent fjølmiðlunum í morgun rópar Suðurstreymoyar Útróðrarfelag varskó. Felagið vil vera við, at broytingar í lógini um fiskiloyvi seinastu árini, nú hóttir tilverugrundarlagið hjá útróðrarmonnum.
- Vit meina her einamest við, at okkara trygga A fiskiloyvi yvir eina nátt varð tikið frá okkum, og vit í staðin blivu niðurklassaðir til B fiskarar. Í sama klassa sum einhvør frítíðarfiskari, sum hava teirra tryggu føstu almennu og privatu inntøkur at dúva uppá. Nakað útróðrarmaðurin ikki hevur.
- Tann stóri vandin við B loyvinum er at okkara livigrundarlag kann verða burtur eftir sera fáum døgum um fiskur kemur aftur á grunnarnar.
Felagið skrivar í brævinum, at talan ikki er um ein akuttan trupulleika, men at støðan skjótt kann broytast.
- Í dag er hettar ikki akuttur trupulleiki, tí fiskiskapurin er søguliga lágur og ikki allir felagsdagarnir vera nýttir. Men tann dagin tá fiskiskapurin ferð at líkjast tí hann var fyrr – og tað mugu vit trúgva og vóna bert er ein tíðarspurningur – tá fara fleiri 100 bátar við B loyvum knappliga at fiska – og so er felagsdagarnir uppi uppá fáar dagar. Minni enn eina vika kann tað taka. Og so standa vit har við ongari inntøku og dýrum bátum at forrenta. Miðal útróðrarmaðurin er í dag ikki nakar unglingi og útlitini til at fáa annað arbeiði eru sera ivasom.
- Eru hettar virðilig kor at bjóða eitt av elstu yrkjum landsins? Á mongum smáplássi og á útoyggj er nærum einasti inntøkumøguleiki útróður. Hevði ikki verið betur at stuðla smáplássunum við at veita útróðrinum sámilig kor?
Endamálið við skrivinum hjá felagnum, er at fáa teirra støðu á skrá í valstríðnum, men felagið ásannar eisini í skrivinum, at tey hava ongan góðan í politisku skipanini.
- Útróðurin – serliga snelluútróðurin – eigur ongan góðan í Løgtinginum. Tvørturímóti: nú í fleiri ár hava vit bert upplivað okkum mótarbeiddar av landsins myndugleikum. Eingin flokkur er undantikin.
- Tað skortar tó ikki uppá gylt lyftir og vakrar, afturlítandi sentimentalar røður um alt vit skylda útróðrinum. Men tá tað so kemur til at handlast skal - so er øðrvísi. Tað ljóðar helst ógvusligt, men vit uppliva at vit ferð eftir ferð fáa ein knív í ryggin av teim fólkavaldu.
Til ber at lesa alt skrivið hjá felagnum við at trýsta á her.