Fáa framvegis svartkjaft

Hóast fiskiskapurin hjá uppsjóvarskipunum er minkaður í seinastuni, fær Havsbrún framvegis væl av svartkjafti.

Í gjár var Tróndur í Gøtu á Fuglafirði og landaði eini 2.700 tons, og í dag hevur Tummas T landað umleið 1.200 tons. Í morgin kemur Christian í Grótinum við umleið 1.750 tonsum, og aftaná skal Slættaberg landað eini 1.400 tons. 

 

Svartkjaftaskipini royna vestur úr Suðuroynni.