Fáa frí til sólarmyrking

Starvsfólk í Tórshavnar kommunu skulu ikki møta til arbeiðis fyrr enn klokkan 11, hin 20. mars.

Tórshavnar kommuna hevur gjørt av, at í sambandi við sólarmyrkingina tann 20. mars, fáa starvsfólk frí til at uppliva hesa serstøku hending. Tórshavnar kommuna er størsta arbeiðspláss í landinum við nærum 2000 starvsfólkum.

 

Arbeiðspláss hjá Tórshavnar kommunu lata tí ikki upp fyrrenn kl. 11 henda fríggjamorgunin tann 20. mars 2015. Mong foreldur velja at hava børnini heima henda dagin. Dagstovnarnir gera tí kanningar og skipa fyri ansing í mun til tørvin.

 

Undantøkini annars eru Brandstøðin, Tórshavnar havn, heim, stovnar og onnur, ið veita neyðugar tænastur. Her verður arbeiðs- og upplatingartíð avtalað innanhýsis, boðar Tórshavnar kommuna frá í morgun.