Saman eru vit sterk. Tað er yvirskriftin á nýggja samgonguskjalinum ímillum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Aksel V. Johannesen sigur, at tað, sum liggur í tí, er at talan er um eina samgongu fyri allar føroyingar, bæði meirilutanum og minnilutum og endamálið er eisini at hava gott samstarv ímillum andstøðu og samgonguni
Eitt, tey eru samd um, er, at tey, sum arbeiða í umsorganarstørvum, skulu hava hægri løn, og tey skulu eisini hava løn undir útbúgving. Men samgongan er eisini samd um at lækka skattin hjá lágløntum og miðalløntum og at styrkja kappingareftirlitið.
Ríkisveitingin skal lækkast 25 milliónir um árið, ella 100 milliónir tilsamans, men versna tíðirnar, og tað verður afturgongd í samfelagnum, skal tann avtalan endurskoðast.
Samstundis skulu farsóttarøkið og loftrúmið yvirtakast, umframt at tey skulu fyrireika at yvirtaka landslæknan.