Tey, sum lesa til pedagog í Vági, fáa danskan útbúgvingarstuðul, sum er á leið 2.000 krónur hægri enn tann føroysku stuðulin. Í Danmark er stuðulin knappar 6.000 krónur um mánaðin, meðan hann í Føroyum er knappar 4.000 krónur. Harumframt fáa fjarlesandi eisini ferðastuðul, sum er umleið 2.400 krónur um árið.
Treytirnar eru tær somu, sum lesandi búsitandi í Danmark hava. Eitt nú er ikki loyvt at tjena meiri enn knappar 9.000 krónur um mánaðin, um tú skalt hava rætt til lestrarstuðul. Harafturat fáa lesandi við børnum og onnur serligt ískoyti.
Tað er Fjarlestrardepilin í Vági, sum nú bjóðar føroyingum møguleikan at lesa til pedagog umvegis fjarlestur. Útbúgvingin er frá danska University College of Nordsjælland.
- Meðan alsamt fleiri av okkara ungu venda nøsina uttanlands fyri at nema sær útbúgving letur fjarlestur upp fyri, at summi teirra kunnu vera verandi í Føroyum - og enntá vera verandi í Suðuroynni, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu.
Les meiri um útbúgvingina í Sosialinum í dag.