Í vár mettu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, at tað hevði øgiliga skund, at børn í fátækaváða fingu hjálp alt fyri eitt. So mikið átrokandi var málið, at flokkarnir mettu, at tingið mátti kallast saman í úrtíð, tí bíðast kundi ikki til ólavsøku.
Uppskotið varð ikki samtykt, men í september tóku somu flokkar við valdið, men hóast tað tá skuldi verið lagamanni at samtykt tað, so áður átrokandi mál, so valdi samgongan at bíða við tí.
Nú fæst tó loksins greiða á, hvat samgongan ynskir at gera fyri at hjálpa barnafamiljum í fátækaváða. Á tíðindafundinum hjá landsstýrinum í morgun, boðaði løgmaður, Aksel V. Johannesen, nevniliga frá, at samgongan setir 10 milliónir av til barnafamiljur í fátækaváða.
Av teimum 10 milliónunum, fara 8,6 milliónir krónur til veitingar, meðan restin verður brúkt til umsiting.
Harvið metti løgmaður, at ein einstakur forsyrgjari við tveimum børnum fær, íroknað lækka kringvarpsgjald, 1900 krónur meira at liva fyri um mánaðin.
Tilsvarandi fær eitt hjún ella samlivandi par, við tveimum børnum, 1.000 krónur aftrat at liva fyri um mánaðin. Tá er skattalættin ikki íroknaður.