Tvørafólk fáa nú gøtuljós aftur alla náttina.
Taíð kreppan rættiliga seig samanum, var eitt av sparitiltøkunum hjá kommununi at sløkkja gøtuljósini um náttina.
Men hetta hava nógv fólk ilskast um. Ført varð fram, at serliga eldri fólk føldu seg ótrygg tá ið ongi gøtuljós vóru.
Og á býráðsfundi á Tvøroyri mánakvøldið samtykti býráðið einmælt, at hiðan ífrá skulu gøtuljósini verða tendrað alla náttina.
Býráðslimir hildu ikki, at tað bar til at spara gøtuljós burtur.
Tað fer at kosta býráðnum minst 50.000 eyka at hava gøtuljósini tendrað um náttina
Áki