Tey, sum keyptu Facebook-partabrøv við vón um góðan vinning, munnu vera sera vónsvikin, tí síðani tann fyrsta dagin er virðið á partabrævinum fallið støðugt. Dagurin í dag er einki undantak, tí tá marknaðirnir í USA lótu upp, fall virðið meiri enn átta prosent.
Í gjár fall virðið 11 prosent. Tað gjørdi, at virðið, sum upprunaliga varð sett til 38 dollarar, kom niður á 34,3 dollarar. Hetta er beint tvørtur ímóti tí, sum greinarar væntaðu. Teirra meting var, at virðið fór at hækka upp ímóti 10 prosentum.
Nú siga greinararnir, at virðið á Facebook-partabrævinum fer helst at fella uppaftur meiri teir næstu mánaðirnar og kanska eisini tey næstu árini.