Fær avleiðingar fyri bæði sjúkrahúsið og sjúklingarnar

Nú skal landsstýrismaðurin greiða frá, hvat hann ætlar at gera við, at Atlantsflog broytir ferðaætlanina so, at tað verður eitt stórt bakkast fyri Suðuroynna

Hvussu ætlar landsstýrismaðurin – saman við restini av landsstýrinum - at loysa málið við, at læknar og sjúklingar á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru darvaðir av nýggju ferðaætlanini hjá Atlantsflogi. Tað er spurningurin Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaðurin í heilsumálum, nú skal greiða Løgtinginum frá.

 

Í morgun greiddu vit frá at Atlantsflog broytir nú ferðaætlanina, men úrslitið er, at nú liggja túrarnir um vikuskiftini so illa fyri, at suðuroyingar sum koma við flogfarinum leygardag, mugu gista í Havn og suðuroyingar, sum skulu av landinum sunnudag, mugu til Havnar dagin dagin fyri.

 

Hetta er eisini ein stórur trupulleiki hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi, bæði fyri læknar og fyri sjúklingar, staðfesti Hans Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

 

Les meiri um tað her: Hetta er ein stórur trupulleiki hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi

 

Nakað seinni staðfesti Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, at er málið ikki fingið í rættlag tá ið Løgtingið hevur fundir aftur í næstu viku, fer hann at taka málið upp í Løgtinginum.

 

Les meiri um tað her: Hetta kunnu suðuroyingar ikki góðtaka

 

Men partamaður hansara, Bjarni Hammer, hevur longu tikið málið upp og nú hevur hann sent landsstýrsmanninum í heilsumálum ein spurning, har hann vil hava at vita, hvat hann ætlar at gera við tað, at umstøðurnar hjá sjúkrahúsinum á Tvøroyri, og hjá sjúklingum verða nógv verri.

 

– Nýggja ferðaætlanin hjá Atlantic Airways ger, at nógvir suðuroyingar verða darvaðir. Einasta flogfarið úr Danmark leygardag lendir í Vágum klokkan 21.10, og Smyril fer av Havnini klokkan 21.15. Tað ger, at suðuroyingar lukkast suður sama dag, sum teir koma heim úr útlondum. Sunnudag er ferðaætlanin eisini broytt, soleiðis at suðuroyingar ikki lukkast til flogfarið til Danmarkar, sum fer klokkan 11.15, staðfestir Bjarni Hammer.

– Tað er bæði sjúklingar og læknar á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum verða raktir, umframt ikki so fáar suðuroyingar, sum arbeiða uttanlands.

 

– Hetta kann fáa avleiðingar fyri sjúklingar, sum hava tað svárt frammanundan, umframt at útlendskir læknar í Suðuroynni og suðuroyingar, sum arbeiða uttanlands, fáa verri treytir at virka eftir, sigur Bjarni Hammer.