Færri tons - fleiri krónur

Avreidda nøgdin hjá føroyskum skipum er minkað nærum 6.000 tons.. Men virðið er kortini økt

Seinasta uppgerðin hjá Hagstovu yvir avreiðingar hjá føroyskum skipum vísir eina greiða minking í avreiddu nøgdini. Fyrstu 10 mánaðirnar í 2013 avreiddu føroysk skip 64.601 tons, meðan sama talið fyrstu 10 mánaðirnar í ár var 58.731 tons. Altso ein minking upp á 5.780 tons ella nærum 9%.

 

Hinvegin er virðið á avreidda fiskinum økt. Samlaða virðið á veiðuni er økt nærum 11 mió kr – úr 549.520 tkr. í 560.453 tkr.