G! Festival boðar í morgun frá at eitt av høvuðsnøvnunum á elektroniska pallinum
Grundini, verður donsku Fagget Fairys, ið eru millum annað eru kendar fyri lagið Feed The Horse.
Fagget Fairys eru, sum navnið kundi bent á, par, bæði á og uttanfyri pallin. Tær
góvu debutfløgu sína Feed the Horse út í 2009 og hava síðan verið á konsertferð
kring heimin. Tær vunnu í 2010 heiðurslønir á bæði Danish Club Awards og Danish DJ
Awards, og kemur nýggja EP teirra út í 2011.
Fagget Fairys gera dansitónleik, sum ferðast ímillum sjangrur sum Balkan, hipphopp, tekno, elektroniskan og popp tónleik. Tær eru kendar fyri sítt serstaka ljóð og framførsluháttin, serliga hjá fyrrverandi modellini Elenu.
Kendasta lag teirra, Feed the Horse, er harumframt vorðið eitt slag av einum lesbiskum ?tjóðsangi?.
Umframt at gera dansitónleik og framføra at kalla hvørt vikuskifti, hava hesar báðar
ungu kvinnurnar nógv onnur jørn í eldinum. Carla er stovnsetarin av fleirlistaliga
virkseminum ArtRebels, og settu tær báðar saman á stovn Trailerpark Festival, sum er
ein tríggjar daga langur tónleikafestivalur í Keypmannahavn. Í summar verður so
høvi at hoyra Fagget Fairys í Grundini á G!.
Fyrireikararnir av G! lovar annars
fleiri avdúkingar í samband við Grundina so hvørt sum dagurin líður.
Hesum boðar G! Festivalurin frá í dag.