Fair Play í valstríðnum

Tjóðveldisflokkurin undrast á, at løgmaður, sum eisini er samgonguleiðari, leggur eftir Tjóð veldisflokkinum í valstríðnum til fólkatingsvalið. Tjóðveldisflokkurin ynskir Fair Play og ikki óregluligar takklingar í valstríðnum og mælir til at savna sjálvstýrisvongin heldur enn at spjaða hann.

 

Høgni Hoydal, Formaður í Tjóðveldisflokkinum

?????????????????????????????????????




Í fjølmiðlunum í gjár nýttu umboð fyri fólkaflokkin stóran part av tíðini at viðgera tjóðveldisflokkin í sambandi við fólkatingsval. Harímillum var eisini Løgmaður.

Víst er fólkatingsval, og tá verða mangar fintur brúktar. Treyðugt so - og tað tola vit øll. Men tað er harmiligt fyri samstarvið í samgonguni, at Løgmaður og samgonguleiðarin beinleiðis roynir at seta skeivt spjaldur á Tjóðveldisflokkin.

Tjóðveldisflokkurin hevur ikki og fer ikki at leggja eftir fólkaflokkinum í hesum valstríði og hevur ikki nevnt fólkaflokkin við einum orði.

Tjóðveldisflokkurin hevur í øllum samgonguskeiðnum arbeitt fult loyalt og hildið allar avtalur, sum eru gjørdar millum flokkarnar. Hetta veit Løgmaður betur enn nakar.

Sjálvsagt eru flokkarnir grundleggjandi ymiskir og tað fer sjálvsagt at koma fram í einum valstríði. Men vit mugu hava Fair Play.

Tí er mín áheitan, at vit halda eitt siðiligt valstríð, har vit ikki byggja á hugsanina um at við at niðurgera ein samstarvsflokk, vaksa vit sjálvi.