Fakfeløg: Samráðingarrætturin hóttur

Hóast samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum fara fram í hesum døgum, verða samráðingarnar í heilum órógvaðar og ávirkaðar av politiskum útmeldingum frá samgongulimum og landsstýrisfólkum, heldur Fakfelagssamstarvið. Hetta vil Fakfelagssamstarvið undir ongum umstøðum góðtaka.

- Hendan uppíblandingin er eitt óhoyrt álop á søguliga samráðingarrættin, sum hevur vunnið hevd í Føroyum, og sum er eitt serligt eyðkenni fyri norðurlendsku fakfelagsrørsluna, sigur Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Nú feløgini fyri fyrstu ferð eru farin til samráðingarboðið saman, úttalar hon seg vegna tey fimm størstu feløgini, ið umboða omanfyri 7.000 starvsfólk á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Hóast feløgini áður hava gjørt vart við tað, uppliva tey framvegis ferð eftir ferð, at umboð fyri myndugleikarnar úttala seg um evni, sum eiga at verða tikin upp við samráðingarborðið og ikki í almenna rúminum meðan samráðingarnar fara fram.

Feløgini vísa til fleiri dømi, har frælsi samráðingarrætturin er hóttur.

Eitt nú tá Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, alment fer út og boðar frá, at lagt er ikki upp fyri lønarvøkstri í uppskotinum til fíggjarlóg.

Ella tá Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, knýtir javningina av almennaveitingum saman við einum møguligum lønarvøkstri, við tí fyri eyga at halda javningini av almennaveitingunum niðri.

- Her brúkar Rósa Samuelsen okkum sum jarnbrot og sum alibi fyri at halda almennu veitingunum niðri. Hetta er ein álvarslig uppíblandan í samráðingarnar, har feløgini nú óbeinleiðis verða ábyrgdað fyri førda fíggjarpolitikk landsins, siga feløgini.

Eisini hava samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum í heilum verið til viðgerðar og fyri skotum av tingsins røðarapalli, tá fíggjarlógin og aðrar lógir hava verið til viðgerðar seinastu tíðina.

- Tað er hugstoytt og ørkymlandi at uppliva, at frælsi samráðingarrætturin á hendan hátt verður hóttur. Hesin samráðingarrættur, sum vanliga hevur verið friðhalgaður í fakfelagsrørsluni og í norðurlendsku vælferðarsamfeløgunum, siga feløgini, sum eru Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsmannafelagið.