Tað var 5. desember í fjør, at allir húsavørðar í Tórshavnar kommunu vórðu kallaðir til kunnandi fund har greitt var frá, at húsavarðartønastan nú skuldi skipast undir einum nýggjum leisti.
- Tað var hastiinnkalla, og sjálvur má eg siga, at eg var ovfarin av kunningini, eins og fleiri av húsavørðunum vóru skelkaðir, sigur Magnus Petersen.
Hann heldur, at tað er sera óheppi við nýggju skipanini.
- Eg møti vanliga til arbeiðis klokkan 7 á morgni. Tað er eisini neyðugt, serliga um veturin, tá kavi og hálka er, tí tá ber til at salta rundan um skúlan, so børnini kunnu sleppa snikkaleys í skúla, sigur Magnus Petersen á.
Hetta, at allur húsavørðarnir nú skulu møta á Hjalla at stempla inn, er púra burturvið.
- Nú risikerar tú, at verða sendur onkra heilt aðrastaðni til arbeiðis enn til tín vanliga skúla. Og tað merkir so aftur, at tann serfrøði, sum tú hevur upparbeitt tær, í mínum føri gjøgnum sjey ár, meira ella minni verður sett til síðis, sigur Magnus Petersen.
Hann heldur, at farið er alt ov tilvildarliga fram.
- Eg skilji ikki, hví ikki røttu mannagongdirnar vórðu fylgdar, har vit fingu eitt hoyringsumfar, og fingu møguleikan at siga okkara hugsan, sigur Magnus Petersen.
Fakfeløg upp í
Hann sigur, at teir fingu bara minuttir at leypa upp á, tá innkallað var til hendan kunningarfundin.
- Har var eingin møguleiki at umhugsa nakað, og hví alt skuldi henda í einum slíkum skundi, er ilt at skilja, sigur Magnus Petersen.
Hann heldur, at tað nyttar lítið hjá tí einstaka at gera nakað, tí tá gevur onga megi.
- Tað einasta, ið tá hendir, er, at tann einstaki verður goymdur burtur í skipanini, og verður settur á vánaligastu arbeiðini. Tí er einasta gongda leiðin, at fáa fakfeløgini upp í leikin, sigur Magnus Petersen.
Fundur var so seint sum í fyrrakvøldið við tey bæði fakfeløgini, ið umboða húsavørðarnar, Havnar Handverkarafelag og Starvsmanafelagið.
- Á fundinum var so avgjørt, at fakfeløgini skuldu koma upp í málið, og tey fara so til arbeiðis beinanvegin, sigur Magnus Petersen.
Hann heldur, eins og fleiri aðrir húsavørðar, at teir áttu at verið tiknir við upp á ráð, heldur enn at fáa harraboð.
- Eg haldi, at rætta leiðin átti at verið, at vit vórðu hoyrdir, áðrenn eitt so drastiskt stig verður tikið. Og einasta rætta stigið hevði verið, at skipa fyri einari hoyring, áðrenn farið var víðari, sigur Magnus Petersen.
Sum hann hevur skilt, skal ein nýggjur formaður setast, áðrenn nýggja skipanin verður sett i verk, og tað skal henda í seinasta lagi 1. apríl.