Tey seinastu árini eru handverkarar í túsundatali farnir úr teimum eysturevropeisku londunum til Vesturevropa at arbeiða, og tað hevur gjørt, at nú er trot á faklærdum fólki har.
Eitt nú eru nógvir polskir handverkarar farnir til Noregs at arbeiða, men nú vísir tað seg at vera óheppið fyri norðmenn. Norska sjóverjan hevur bílagt eitt verjuskip frá einari skipasmiðju í Sezcecin, men har er ikki nóg mikið av elektrikarum og rørleggjarum, og tí er byggingin seinkað einar tveir mánaðir, skrivar NTB. Leiðslan á skipasmiðjuni sigur, at ein dagin møttu átjan rørleggjarar til arbeiðis, men dagin eftir vóru bara tríggir eftir, tí hinir vóru farnir av landinum at arbeiða.
Hildið verður, at umleið tvær milliónir pólendingar eru farnir vesturum at arbeiða, men serliga Estland, Letland og Litava eru meint rakt av, at fólk í stórum tali velja at leita sær av landinum at arbeiða. Í fjør fluttu meiri enn 15.000 fólk úr Litava, og síðani landið fekk sjálvsstýri frá Sovjetsamveldinum í 1991, er fólkatalið minkað 334.000.