Síðan danska fyritøkan FTZ Autodele & Værktøj A/S í fjør keypti meirilutan Sp/f AMA í Havn og eykalutadeildini hjá P/F Esmar Simonsen á Kambsdali eru nógvar broytingar og tillagingar gjørdar.
Nú er komið so langt at vit kunnu bjóða bilbransjuni til eina fakmessu og almenninginum til eina framsýning við okkara stóra vøruúrvali av øllum til bilin, siga Vagnur Johannesen og Ragnar Joensen, stjórar hjá FTZ í Føroyum.
Fríggjadagin verður ein fakmessa fyri innboðin. Har umframt føroysku starvsfólkini hjá FTZ eisini vera umboð frá Bosch-prøveteknik, Ctek ladere, ZF trading, SKF, Triscan og frá FTZ Danmark. Eisini verða umboð fyri høvuðsleiðsluna í FTZ og Nordic Forum.
Leygardagin verður opið fyri almenninginum til eina framsýning við øllum tí nýggjasta sum FTZ hevur at bjóða til bilin. Vit hava eitt stórt úrval av øllum til viðlíkahald av bilum, umframt barnastólar og aðra útgerð. Øll eru vælkomin leygardagin, siga Vagnur Johannesen og Ragnar Joensen, stjórar hjá FTZ í Føroyum.
FTZ Autodele & Værktøj A/S er størsta heilsølufyritøkan í Danmark innan eykalutir og amboð til bilar. Fyritøkan hevur yvir 40 deildir í Danmark við meira enn 750 starvsfólkum. Árligi umsetningurin er yvir eina milliard krónur.