Fekk studentsprógv í Havn í 1958.
Útbúgvin cand.theol. á Københavns Universitet í 1968.
Frá 1968 til 1970 var hann búfastur kapellanur (hjálparprestur) við Onnu kirkju á Nørrebro í Keypmannahavn. Frá 1970 til 1975 búfastur kapellanur við Risbjerg kirkju. Síðani flutti hann heim til Føroya, har hann frá 1975 var búfastur kapellanur við Havnar kirkju. Trý ár seinni gjørdist hann sóknarprestur, og tað var hann frá 1978 til 1990, tá hann gjørdist varabispur 1990. Seinni sama ár gjørdist Hans Jacob Joensen biskupur, men 1. november í ár leggur hann frá sær – eitt ár fyrr enn ætlað