Reyni Servce bjóðar seg nú fram við at senda ein faldara til hvørt húski í landinum. Faldarin er gjørdur fyri at lýsa fyritøkuna, og hvat hon hevur at bjóða. Har verður í teksti og myndum sagt frá um allar deildirnar hjá fyritøkuni, sum t.d. bilasøluna, biltøkniliga verkstaðin sum bæði er D.A.F.- og TSM góðkendur, og um plátuverkstaðin og eykalutagoymsluna, Tidy Car o.s.fr.
Faldarin er snotuligur og væl úr hondum greiddur, og lýsir hvat Reyni Service stendur fyri. Fremst í faldaranum stendur t.d. "Góð tænasta hevur nógv at siga fyri okkum, og øll á Reyni Service hava sett sær sum mál, at vit verða kend fyri at geva viðskiftafólki okkara eina dygdargóða tænastu á høgum stigi".
Í faldarum eru eisini lýsingar frá fleiri ymiskum fyritøkum.
Faldarin verður í fyrstu atløgu sendur til øll húski uttan fyri Havnina. Um tvær vikur ella so fáa fólk í Tórshavnar kommunu faldaran.