Fyri fyrstu ferð sum løgreglan veit um, eru falskir føroyskir pengaseðlar funnir í Føroyum. Talan er um ein 100 kr. seðil og ein 1.000 kr. seðil báðir funnir í mai.
100 kr. seðilin varð funnin á gøtuni millum Eysturskúlan og Hoyvíksvegin í Havn. 1000 kr. seðilin varð funnin í Klaksvík á Norðoyarstevnu. Tá ið tey fóru at telja upp í eini grillbar, løgdu tey merki til henda seðilin, og hildu ikki at hann var, sum hann skuldi vera.
Bæði seðilin, sum var funnin í Havn og tann, sum var funnin í Klaksvík, vórðu latnir løgregluni. Nú løgreglan hevur sent seðlarnar niður til fleiri kanningar, kann tekniska deildin hjá politinum staðfesta, at hesir pengaseðlarnir eru falskir.
? Tað sær út, sum seðlarnir eru skannaðir inn á teldu. Staðfest er eisini at teir eru skrivaðir út á ein Ink - Jet litskrivara. Útgerðin nýtt hevur verið, er tí rættiliga góð, sigur Bergleif Brimvík, politikommiserur.
Um tað eru fleiri falskir pengaseðlar í umfari í Føroyum, dugir Bergleif Brimvík ikki at siga. Á politistøðini vita teir ikki um fleiri eftirgjørdar seðlar, sum møguliga skulu vera í umfari í Føroyum.
Hava onkur spor
Løgreglan hevur onkuntíð áður fingið fyrispurningar frá fólki og peningastovnum um seðlar, sum tey halda ikki hava verið í lagi. Við nærri kanningum hevur tað tó víst seg at hesir seðlarnir hava verið í lagi.
? Seðlar slítast eisini, og tí kann onkutíð verða trupult at siga, um ein ávísur seðil er ektaður. Nærri kanningar mugu gerast av honum, fyri at finna út av hesum, sigur Bergleik
Vanligu pengaseðlarnir hava annars bæði eitt vatnmerki og ein trygdartráð í sær. Hetta sæst ikki fyrr enn teir verða lyftir upp móti ljósinum.
Í Danmark fara teir annars at skifta út 200, 500 og 1.000 kr. seðlarnar, fyri at gera trygdina enn størri. Teir nýggju seðlarnir verða gjørdir soleiðis, at teir eisini fara at skifta lit.
Løgreglan arbeiðir nú við at finna fram til, hvar hesir pengaseðlarnir eru gjørdir. Teir hava onkur spor at ganga eftir, men vita kortini ikki enn, hvar hesir seðlarnir eru gjørdir.
Á grillbarini í Klaksvík vórðu tríggir 1.000 kr. seðlar latnir inn tann dagin, hesin falski var innlatin. Hinir báðir 1.000 kr. seðlarnir vóru ektaðir. Her ger løgreglan ymiskar kanningar. Eisini roynir løgreglan at kanna ymsar litskrivar.
Upp í 12 ára fongsul
Um onkur roynir seg á henda hátt, at vita um tað ber til við følskum peningaseðlum í Føroyum, kann tað gerast ein dýrur løtuvinningur hjá honum.
At gera falskar pengaseðlar er nevnliga revsivert, og tað verður revsað sera hart. Vanliga verða ikki givnar bøtur ella hefti, men fongsul upp til 12 ár kann vera revsingin.
Tað eru revsilógin § 166 - 168, sum galda í hesum førinum. Í § 166 stendur: »Den, som eftergør eller forfalsker penge for at bringe dem i omsætning som ægte, eller som i samme hensigt forskaffer sig eller andre eftergjorte eller forfalskede penge, straffes med fængsel inntil 12 år«.