Familja rýmdi úr Føroyum

Greinarøð í Sosialinum hevur víst á ta syndarligu støðu, sum nógvar føroyskar familjur eru í, tí børn við menningarórógvi ikki fáa nóg góða hjálp í Føroyum. Í morgunsendingini hjá Rás2 í morgin fer enn ein familja at greiða frá, hvussu tey vóru noydd at flyta av landinum fyri at fáa hjálp

Í sjey ár bíðaðu Marita og Páll Sigvald Øre úr Fuglafirði eftir eina diagnosu til dótrina, sum hevði atferðartrupulleikar. Danskir serfrøðingar staðfestu ADHD í 2004, og tá familjan varnaðist, at ongin hjálp var at fáa í Føroyum, gjørdu tey av at flyta alla familjuna til Danmarkar.

– Tá hevði Marta verið offur nóg longi. Dóttur okkara hevði meira at siga enn føroyska samfelagið, sigur Marita Øre í samrøðuni við Rás2, sum verður send mikumorgunin.

Rás2 hevur verið og vitjað hesa føroysku familjuna. Ein púra vanlig familja, sum hevur valt at búseta seg nakað sunnan fyri Århus, tí føroyska samfelagið ikki hevði nakað nøktandi tilboð til fimta limin í hesi familjuni,  13 ára gamla Marta Øre.

Aftan á næstan fýra ár í Danmark er Marita framvegis sannførd um, at tað var rætt at flyta. Hon angrar onki og sigur bart út, at tey flyta ikki aftur til Føroya at búgva, so longi sum onki tilboð er til Martu.

- Marta verður ongantíð frísk, men hon hevur tað munandi betri í dag. Hon er glaðari og fær undirvísing, sum svarar til hennara tørv, sigur mamman við Rás2.

Og tey angra ikki, at tey eru flutt. Marita sigur bart út, at tey flyta ikki aftur til Føroya at búgva, so longi sum onki tilboð er til Martu.

Samrøðan verður send í morgunsendingini hjá Rás2 í morgin, mikudagin. Sendingin byrjar klokkan níggju.

Í Sosialinum í morgin er eisini longri grein um familjuna, og Sosialurin fer komandi dagarnar at gera meira við málið við millum annað samrøðu við Ingvald á Kamarinum, sum rekur ein serskúla í Danmark fyri børn við menningarórógvi.


 

Føroyar eru ikki fyri øll

Sosialurin hevur havt eina greinarøð um mammur, sum rópa neyðarróp, tí børn við menningarórógvi fáa ikki nóg góða hjálp í Føroyum. Viðgerðin heldur nú fram við grein í morgin um familju, sum flutti niður og grein um føroyskan skúlastjóra, sum hevur vælvirkandi serskúla í Danmark, men í Føroyum er eingin áhugi fyri einum líkandni skúla


Myndatekstur:


Evy eigur 12 ára gamla dóttir, sum ikki maktaði at ganga í vanliga fólkaskúlanum og endaði so langt úti, at hon orkaði ikki at liva meira. Fyri einum ári síðani fekk dóttirin staðfest ADHD við Asperger og Depressivari helling. Men í almennu Føroyar høvdu einki tilboð at bjóða henni. Evy mátti berjast fyri at sleppa undan at flyta niður, og til endan fekk dóttirin eitt fyribils pláss á Familjuhúsinum í Sandagerði


Selma Jóhannesen hevur ein son við ADHD. Hann hevur gingið í Miðvágs-Sandávágs Skúla, og hóast skúlastjórin og lærarar hava víst vilja at hjálpa, so hava fíggjarligu umstøðurnar ikki verið til at veitt soni hennara neyðugu hjálpina. Hann fekk staðfest ADHD sum seks ára gamal og fekk góða hjálp í barnagarðinum, men í skúlanum minkaði hjálpin sum hann eldist. Í dag er støðan so ring, at Selma og maðurin hava avgjørt at senda 15 ára gamla sonin í góðan danska skúla. Tí í Føroyum ber ikki til at fáa nøktandi hjálp


Maud Wang Hansen er pedagogur og leiðari á føroyskum stovni. Men hóast hon er ein sterk kvinna við nógvum bóltum í luftini, so hevur tað ikki eydnast henni at fáa almennu skipanina at geva soni sínum nøktandi hjálp í Føroyum.

Sonur Maud, sum er í 20unum gongur í donskum serskúla, tí Danmark kann veita honum tilboð og hjálp, sum muna. Hann vaks upp niðri og fekk góða hjálp í barnagarði og skúla – inn til tey fluttu til Føroya. So stegðaði alt upp, og drongurin fekk tað verri og verri