Fáminingar og hvalbingar skulu hava tunnil samstundis

- Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera tunnil til Fámjin, samstundis sum nýggi Hvalbiartunnilin verður gjørdur?


Tað er ein av munnligu fyrispurningunum, ið Jacob Vestergaard, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin, hevur sett Henriki Old, landsstýrismanni í Samferðslumálum, nú munnligir fyrispurningar eru á skránni til løgtingsfundin í morgin.


Í viðmerkingunum til spurningin skrivar løgtingsmaðurin, at tað er ein semja um, at tunlarnir skulu gerast samstundis.


- Tað hevur verið breið semja ímillum politikarar í Suðuroynni, at arbeiðast skal fyri, at nýggjur Hvalbiartunnil og tunnil til Fámjin skulu gerast samstundis.


Grundgevingin fyri hví tað er so týdningarmikið at gera ein tunnil til Fámjin nú, er at farleiðin er ein forðan fyri, at bygdin kann mennast.


- Farleiðin til Fámjin er til ampa fyri tey, sum búgva í Fámjin, og ein forðan fyri, at ungar familjur búseta seg í Fámjin, tí er umráðandi, at tunnil verður gjørdur skjótast gjørligt, skrivar Jacob Vestergaard í viðmerkingunum til spurningin.