Fangauppreistur kravt 27 mannalív

Tá løgreglan í Sri Lanka gjørdi av at rannsaka klivarnar í Welikada-fongslinum í høvuðsstaðnum Colombo í gjár, gjørdust fangarnir frá sær sjálvum og settu seg upp ímóti løgregluni. Úrslitið var, at 27 fólk doyðu, og 43 vórðu særd.

Myndugleikarnir siga, at løgreglan leitaði eftir rúsevnum og fartelefonum, men at nakrir av fangunum høvdu vápn, sum teir brúktu ímóti løgreglu

Løgreglan fekk hjálp frá herinum, og millum tey 27, sum doyðu, vóru 13 løgreglumenn og fýra hermenn.

Ófriðurin í Welikada-fongslinum í gjár er tann ringasti í Sri Lanka síðani 1983, tá umleið 50 fangar doyðu í bardøgum millum fangarnar. Welikada er tað størsta fongslið í Sri Lanka við umleið 1.700 fangum.