Ólav á Heygum kenna tey flestu, kanska best frá felagslívinum millum føroyingar í Danmark. Men hann var í mong ár fangavørður í Vestre Fængsel. Um lívið sum fangavørður, og mangt annað, greiðir hann frá í bók síni, sum verður løgd fram í dag.
Lív hansara hevur so mangar aðrar síður, tó at sigling og felagslív eru týðandi partar. Millum annað starvaðist hann í mong ár sum fangavørður í Vestre Fængsel, har brotsmenn við hørðum dómun ofta sita.
Hesum, og mongum øðrum, greiðir Ólavur frá í bók síni, har hann í smásøgum greiðir frá ymsum á lívsleið síni. Bókin eitur ?Fra fiskerdreng i Nordatlanten til fængselsbetjent i Vestre Fængsel?. Stundum skemtiliga, stundum álvarsliga, verður sagt frá lívsleiðini, og við løttum penni verður hetta gjørt í smásøgum, ið er lættur og undirhaldandi lesnaður.
Bókaframløgan verður í dag á Kunningarstovuni á Tvøroyri frá klokkan 13 til 16. Har fer Ólavur at greiða frá bókini. Tann 20. oktober verður bókin løgd fram í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.