Ófantalig parkering feldi bilførara

Ein bilførari er tikin fyri at koyra við kenning

Tíðliga í gjáramorgunin varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning í Havn. Løgreglan var á ferð, tá ið tey sóu ein bil, sum stóð so ófantaliga parkeraður, at tey fóru at kanna umstøðurnar.

Bilførarin var beint við bilin og tá ið hann varð kannaður, vísti tað seg, at hann hevði drukkið, so nú er hann skuldsettur fyri at hava koyrt við kenning.