Tað var ein ógvuliga fegin Áki G. Olsen hjá VÍF, sum vit fingu orðið á eftir dystin móti H71.
Hetta var ein ómetaliga týðandi sigur hjá okkum at fáa í hús. Nú eru vit javnir við teir, meðan vit høvdu verið fýra stig aftan fyri, um vit høvdu tapt, og tí var talan í veruleikanum um ein 4-stigs dyst, segði Áki eftir dystin.
Hann helt, at dysturin hevði verið merktur av tveimum fantastiska góðum verjum og málverjum, og at hetta hevði gjørt sítt til, at báðir partar høvdu havt nokk so fitt av frustratiónum undir dystinum.
Spurdur, hvør taktikkurin hjá vestmenningum var undan dystinum, segði Áki G. Olsen.
Tað var fyrst og fremst, at vit skuldu leggja út í skjúttarnar hjá teimum, so teir ikki sluppu ov nær, og tað eydnaðist eisini rættuliga væl. Somuleiðis høvdu vit fingið boð um at verða tolnir í álopspartinum, og ikki gera ov skjótt av, greiddi Áki frá.
Sjálvur helt Áki eisini, at talan hevði verið um ein rættuliga góðan dyst, og hann helt eisini, at dømingin hevði verið serstakliga góð.