Fara at fylgja við um tey gera nakað við tað

Tey fegnast um, at landsstýrisfólkini halda, at hetta er eitt gott hugskot

Skulu vit hava eina ítøkilig miðstøð, sum kann taka ímóti kvinnum, sum hava verið fyri harðskapi?

Tað var ein spurningur, sum varð reistur á fundi um vikuskifti í sambandi við, at tað er Altjóða dagur ímóti harðskapi ímóti kvinnum í dag.

Bæði Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismaður í heilsumálum, og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur og landsstýriskvinna í almannamálum, halda, at hetta er eitt gott hugskot at arbeiða víðari við.

Tað sigur Amnesty International í Føroyum, í eini frágreiðing frá fundinum.

Í sambandi við Altjóða dagin móti harðskapi móti kvinnum, skipaðu Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið, Amnesty International í Føroyum, og Sig Frá átakið undir Almannamálaráðnum, fyri tiltaki, har Ragnu Bjørg Guðbrandsdóttir, dagligur leiðari í Bjarkarhlíð í Íslandi, greiddu frá, hvussu tað hevði roynst at hava eina beinleiðis móttøku fyri kvinnur, menn og børn, sum hava verið fyri harðskapi.

Og hon vísti á, at tað er alt slag av harðskapi, bæði kynsligum, sálarligum, digitalum og kropsligum.

Ein slík móttøka ger tað eisini lættari hjá fleiri fakbólkum at arbeiða saman og tískil er tað eisini lættari at samskipa hjálpina.

Hvønn dag er ein samskipari og eitt løgreglufólk til arbeiðis á móttøkuni í Íslandi, men so eru eisini løgfrøðingur, sálarfrøðingur, sosialráðgevari, og onnur fakfólk, til taks.

Úrslitið er, at fólk, sum leita sær hjálp, skulu ikki renna frá skrivstovu til skrivstovu at fáa hjálp og frá stovni til stovn, tí tað kann gera støðuna enn verri.

Amnesty sigur, at bæði Kaj Leo Holm Johannessen og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, vóru á fundinum, og tey hildu bæði, at ein slík móttøka er áhugaverd at arbeiða víðari við.

– Kaj Leo Holm Johannesen vísti á, at hetta er gott, tí atlit verður tikið til børnini. Og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir vísti á, at hetta er gott, tí hetta leggur upp til innlit og betur samskipan og samstarv millum partnarnar, sum skulu hjálpa, sigur Amnesty.

Men tey í Amnesty í Føroyum siga, at tey fara at fylgja við, hvat hendur í málinum. Tey fara somuleiðis at kanna um ein slík móttøka eisini kann verða fyri tær kvinnur, sum hava verið neyðtiknar, og sum eisini hava stóran tørv á einum staði, har tey kunnu fáa hjálp og ráðgeving.

– Sum støðan er í dag, er einasti møguleiki hjá teimum at venda sær til løgregluna, og tað als er ikki nøktandi, sigur Amnesty.