Seint seinnapartin í gjár varð boðað frá eldi í Kunoy. Eldur var komin í ein fiskakassa, sum stóð beint við eini hús. Tað var nakað av óruddi í kassanum, men eldurin varð skjótt sløktur, uttan at tað festi í húsini, og sostatt var skaðin ógvuliga avmarkaður.
Men løgreglan hevur onga forkláring upp á, hví eldur skuldi koma í ein fiskakassa, sum hendan, men tað vilja tey fegin hava. Tískil fara brandteknikarar hjá løgregluni nú til Kunoyar at kanna umstøðurnar.