Fara at klippa nummar­plát­ur av 575 bilum

Akstovan hevur latið løgregluni 575 mál um tøku av nummarspjøldrum

Tilgjørd mynd

Løgreglan fer nú aftur kring landið við saksinum at klippa nummarplátur av bilum.

 

Akstovan hevur nú latið politistøðunum kring landið 575 mál um eftirstøðu fyri veg- og umhvørvisgjøld, til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið veg- og umhvørvisgjøld fyri seinna hálvár 2025.

 

Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldin veg- og umhvørvisgjøld tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum.

 

Tilgjørd mynd