Hans Pauli Strøm er deyður

Fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin Hans Pauli Strøm er deyður 77 ára gamal

Í morgun bórust deyðsboðini av Hans Paula Strøm, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismanni fyri Javnaðarflokkin. 

Hans Pauli Strøm var ættaður úr Vági, føddur 28. desember í 1947 í Vági. Hann var útbúgvin sosiologur (cand. scient. soc.), og starvaðist í mong ár á Hagstovuni.

Hann var valdur á ting fyri Javnaðarflokkin í 1998 umboðandi Norðstreymoyar valdømi. Hann fall á valinum í 2002, men varð afturvaldur í 2008. Hann sat sum landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum í 2004-2008 og aftur frá 2008 til 2009, tá í heilsumálum. Hann legði frá sær 14. juli í 2009.

Hans Pauli Strøm er giftur við Gyðju Hjalmarsdóttir Didriksen. Tey eiga døtrarnar Marin, Silju og Ingilín Didriksen Strøm, tingkinnu og fyri verandi landsstýriskvinnu fyri Javnaðarflokkin.