Í nátt fekk løgreglan boð um ein persón, sum ikki dugdi sær hógv í miðbýnum í Havn. Hann var sera rúsaður, sigur vaktleiðarin á politistøðini, og gekk og rópti og skeildaði. Hann liggur nú og svevur í brummuni hjá løgregluni.
Tá hann vaknar, fær hann eina bót upp á 1.500 við sær - og verður leyslatin aftur.
Løgreglan hevur eisini tikið fleiri bilførarar fyri at koyra ov skjótt. Í seks førum kostaði tað klipp í koyrikortið umframt bót. Tað var í Norðagøtu, Fuglafirði Søldarfirði, Runavík og Kollafirði.










