Eitt russiskt tangaskip í havnarbýnum Taganrog og ein oljugoymsla í býnum Armavir vórðu í nátt álopin av ukrainskum dronum.
- Eldur kom í tangaskipið og í havnalagið í Taganrog, men sambært guvernørinum í Rostov-regiónini, Jurij Sljusar, er eingin oljuleki.
Jurij Sljusar veit at siga, at tvey fólk fingu løstir í ukrainska dronuálopinum.
Borgarstjórin í býnum, Svetlana Kambulova, sigur, at undantaksstøðan í økinum, sum varð sett í verk hin 27. mai, er longd.
Myndugleikarnir í Armavir, har russiska oljugoymslan varð áopin, siga, at eingin hevur fingið løstir, og at støðan við oljugoymsluni er undir eftirliti.










