Tað segði amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, á árligu trygdar- og verjuráðstevnuni í Singapore í dag, sambært AFP.
– Okkara førleiki at taka uppaftur kríggið, um tað verður neyðugt, er meira enn nóg góður. Okkara vápnagoymslur eru væl útgjørdar, bæði har og aðrastaðni í heiminum, segði Hegseth.
Útmeldingin kemur, hóast USA og Iran seinastu vikurnar hava havt samráðingar um eina møguliga avtalu.
Sambært Hegseth hevði ein avtala verið ein góð loysn, men enn er eingin endalig semja komin í lag.
Fríggjadagin setti amerikanski forsetin, Donald Trump, fleiri treytir fyri einari avtalu. Millum annað krevur USA, at Iran ongantíð fær kjarnorkuvápn, og at Hormuzsundið verður latið upp beinanvegin.
Sambært fleiri amerikonskum embætisfólkum varð kortini eingin endalig avgerð tikin á fundi í Hvítu Húsunum fríggjadagin.
Kríggið millum londini byrjaði eftir álop hjá USA og Ísrael móti Iran tann 28. februar í ár. Iran svaraði aftur við álopum á amerikanskar herstøðir í økinum.
Í apríl samdust partarnir um vápnahvíld við Pakistan sum semingsmanni, men USA hevur síðani hildið fram við einari flotabyrging móti iranskum skipum og havnum.
Óvissan um støðuna hevur havt stóra ávirkan á altjóða oljumarknaðin. Hormuzsundið, sum bindur Persaflógvan saman við umheimin, er ein av týdningarmestu farleiðunum fyri oljuflutning í heiminum.
Umleið ein fimtingur av allari oljunýtslu í heiminum fer gjøgnum Hormuzsundið.










