Fara at minnast Whitney í kvøld

Grammy Awards er á skránni í kvøld, og tí verður Whitney Houston heiðrað í kvøld.

 

Tað eru einans fáir tímar síðani, at heimurin misti ein av bestu songkvinnunum nakrantíð. Einans 48 ára gamla Whitney Houston varð funnin deyð í hennara hotelkamarið í nátt, og síðani hetta kom fram hava fyrireikarar av Grammy Awards arbeitt nógv við at broyta tiltakið.

 

Sambært LA Times er ætlanin, at songkvinnan Jennifer Hudson skal framføra eitt sokallað “høgt virdur tónleikari heiðraðu” átak í sjálvum tiltakinm, sum verður sent í kvøld.

 

- Tað er alt ov tætt uppá, so vit kunnu ikki gera meira júst nú. Men tað vildi verið skeivt av okkum, um vit ikki viðurkendi tann týdningin sum Whitney hevur havt fyri tónleikaheimin, sigur Ken Erhlich, sum er ein av oddamonnunum í Grammy Awards.

 

Í sínari karrieru vann hon tvær Emmy, seks Grammy, 30 Billboard Music Awards, og 22 American Music Awards. Hon hevur selt yvir 200 milliónir fløgur.

 

Seinastu árini hevur hon tó ikki megnað at fóta sær í tónleikaheiminum, tí hennara rúsevnismisnýtsla oyðilegði hennara vøkru rødd.