Nýggi skúlin, sum, ætlanin er at byggja við Streymin í sambandi við, at allir skúlarnir í Sunda Kommunu skulu leggjast saman, fer at kosta 60 -65 milliónir krónur.
Tað upplýsti Heðin Zachariasen, borgarstjóri á borgarafundi í Hósvík í gjárkvøldið.
Hann sigur, at ætlanin er at rinda skúlan upp á 10 ár, men ætlanin er ikki at hækka skattaprosentið fyri tað.
Hann sigur, at tey kundu havt lækkað skattaprosentið, soleiðis sum aðrar kommunur hava gjørt fyri at lokka fólk til kommununa, men tey vilja heldur føra politikk og gera eina íløgu í børnini í kommununi, altso í framtíðina.
Hann sigur, at kommunan er væl fyri og skyldar 18 milliónir krónur. Seks milliónir verða rindaðar í avdráttum um árið, so tá ið skúlin er liðugur, er kommunan at skuldarfrí. Og hóast skúlin verður bygdur, er kortini rúm fyri at gera aðrar íløgur.
Heðin Zachariasen sigur, at í ár er endamálið at projektera skúlan og at gera sáttmála um byggingina, so at farast kann undir arbeiðið næsta ár.
Sunda Kommuna hevur nýliga keypt partin hjá Eiðis Kommunu av felagsskúlanum á Oyrarbakka fyri 12,5 milliónir krónur, og Heðin Zachariasen heldur, at tað er ein tann besta íløgan, kommunan hevur gjørt, tí nú hevur kommunan friar ræsur at skipa skúlaskapin, eftir egnum ynski
Onkur av fundarfólkunum hevur onki alit á ætlanini, tí tey vísa á, at tíðirnar eru so góðar, at bygging er dýrka munandi, og tí er einki at ivast í, at skúlin fer at verða nógv dýrari, og at tað verður neyðugt at hækka skattaprosentið.
- Tað er løgið at vera so svartskygd, at vit ikki skulu tora at byggja kommununa út. Hetta er ein íløga í okkara ungdón og okkara framtíð, og vit eru væl fyri til at gera tað, sigur borgarstjórin.