Í summar fer ein nýggj, føroysk ítróttarstevna at síggja dagsins ljós. Tað eru stevnan, tey kalla Føroyaleikir og endamálið er, at tað skal vera ein afturvendandi kapping í Føroyum annaðhvørt summar. Tað er Ítróttarsamband Føroya, sum skipar fyri og Føroyaleikirnir verða fyri allar ítróttargreinar undir ÍSF.
– Føroyaleikir, ið kunnu lýsast sum teir Føroysku oyggjaleikirnir. Annars eru teir upprunaligu oyggjaleikirnir annaðhvørt ár, men teir føroysku oyggjaleikirnir verða so tað árið, tá ið hinir oyggjaleikirnir ikki eru.
Tá Oyggjaleikirnir á Guernsey í ár vórðu avlýstir av koronu, gjørdi ÍSF av at skipa fyri eini líknandi stevnu í Føroyum. Og nú tað er kunngjørt, at vanligu Oyggjaleikirnir ikki verða aftur fyrr enn í 2023, er endaliga avgjørt at halda fyrstu Føroyaleikirnar í døgunum 8. til 11. juli í ár.
##med2##
Miðað verður ímóti, at leikirnir skulu fevna um allar føroyskar ítróttagreinar, sum eru umboðaðar í ÍSF, og ætlanin er at skipa fyri kappingum í fýra ymsum kommunum kring landið. – Kommunurnar, sum fara at hýsa hesum fyrstu Føroyaleikum, eru Vágur, Tórshavn, Runavík og Klaksvík, sum eisini hava víst tiltakinum stóran áhuga og vælvild, sigur ÍSF.
Í samráð við ÍSF, og tey ymsu sersambondini, fara hesar kommunurnar at skipa fyri Føroyaleikunum.
Tað verða sambondini, sum sjálvi seta kappingartreytirnar fyri sína ítróttagrein. Sostatt gera tey sjálvi av um tað verður ein kapping fyri tær bestu deildirnar burturav - ella um tey eisini vilja hava børn, ung ella útlendingar við. Á enskum verða leikirnir nevndir »Faroe Games«.
ÍSF ger av hvar í landinum hesar ymsu ítróttagreinarnar skulu kappast, men sambondini fara sjálvi at skipa kappingarnar í samstarvi við ÍSF.
Av tí, at hetta er fyrstu ferð, at Føroyaleikir verða hildnir, hevur ÍSF havt kunnandi samrøður við øll sambondini fyri at greiða frá ætlanunum og fyri at lodda dýpið.
– Tað er greitt, at áhugin fyri Føroyaleikum er sera stórur, og at serliga síggja tey sambondini, ið ikki hava so nógvar aðrar altjóða avbjóðingar, stórar møguleikar at kunna bjóða útlendingum hendavegin at kappast annaðhvørt summar.
– Summi sambond hava longu verið úti um seg og hava bjóðað útlendskum íðkarum til Føroya í summar, og áhugin fyri Føroyaleikunum vísir seg vera sera stórur - eisini uttanlands, sigur ÍSF. Tey staðfesta, at sjálvandi verður serliga koronastøðan havd í huga, og øll galdandi tilmæli skulu fylgjast.
Ætlanin er at menna Føroyaleikir ár um ár og ÍSF sær stórar vakstrarmøguleikar í tiltakinum.