Fimta umfar í næstbestu fótbóltsdeildini verður í kvøld.
Víkingur og B68 eru oddalið við 10 stigum.
Í kvøld skal Víkingur spæla á Sandi, meðan B68 eigur heimavøll á Svangaskarði ímóti teimum næstbestu hjá HB.
B36 hevur lagt bragdliga fyri og er á triðja plássi við 9 stigum. Í kvøld fær B36 vitjan av grannunum í FC Hoyvík, sum leygardagin vunnu fyrsta sigurin. Tað var á heimavølli ímóti AB.
NSÍ er á veg suður á Argir. AB bíðar framvegis eftir fyrsta stiginum, meðan NSÍ er á fjórða plássi við 7 stigum.
Enn hevur tað ikki eydnast 07 Vestur at vinna fulla úrtøku. Fimta royndin hjá 07 Vestur at vinna fulla úrtøku verður í Klaksvík kl. 20 í kvøld.
KÍ – 07 Vestur: Bjarki Danielsen kl. 20.00
B68 – HB: Stephan Petursson kl. 18.30
B36 – FC Hoyvík: Bent Tommy Linklett kl. 20.00
AB – NSÍ: Aron Sofus Vest kl. 19.00
B71 – Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 19.15
Víkingur | 4 | 3 | 1 | 0 | 10 | 4 | 10 |
B68 | 4 | 3 | 1 | 0 | 8 | 3 | 10 |
B36 | 4 | 3 | 0 | 1 | 7 | 4 | 9 |
NSÍ | 4 | 2 | 1 | 1 | 12 | 8 | 7 |
B71 | 4 | 1 | 2 | 1 | 5 | 5 | 5 |
KÍ | 4 | 1 | 1 | 2 | 7 | 10 | 4 |
FC Hoyvík | 4 | 1 | 1 | 2 | 6 | 10 | 4 |
07 Vestur | 4 | 0 | 3 | 1 | 6 | 7 | 3 |
HB | 4 | 0 | 2 | 2 | 4 | 8 | 2 |
AB | 4 | 0 | 0 | 4 | 3 | 9 | 0 |