Fara eftir metinum

Livar Nysted og hinir fýra rógvararnir hava nú bara 900 fjórðingar eftir. – Í løtuni liggja vit til metið, sum skjótasti bátur um Atlanshavið, sigur Livar Nysted

So hava vit bara 900 fjórðingar eftir. 400 fjórðingar afturat, so fara vit upp í bekk. Vit hava róð umleið 2500, so nú nærkast, sigur Livar Nysted úr Hvannasundi

– Í løtuni liggja vit til metið, sum skjótasti bátur um Atlanshavið. Vera vit inni áðrenn klokkan 24, tann 23. apríl, so er metið okkara, sigur Livar Nysted.

Metið hann tosar um, er frá Afrika til Suðuramerika og er 26 dagar og 20 tímar.

– Hitt metið, frá Portugal til Suðuramerika, klára vit ikki. Enn kann nógv henda, ið forðar fyri, at vit seta nýtt met, so vit taka tað nokso róligt, men man byrjar so smátt at blíva spentur, sigur Livar Nysted.

Hann greiðir víðari frá:

– Veðrið á leiðini er gott, og túrurin hevur verið eitt stórt upplivilsi. Vit hava akkurát verið uttanborða og reinsa botnin. Tað er ein ótrúligur gróður her, og botnurin er skitin aftaná eina viku. Reinsa vit ikki botnin, so gongur báturin seinni, sigur Livar Nysted.


Hávur setti tennirnar í

– Fyri trimum døgum síðan, var ein forferduligur brestur undir bátinum, og eitt orduligt sett kom í bátin. Eg lá og svav í kabininu har afturi, tá ið tað hendi, og eg visti ikki, um eg var keyptur ella seldur. Tá vit svumu undir bátun í dag, sóu vit merkir á róðrinum, har í ein rættiliga stórur hávur hevði sett tennirnar í. Tíbetur er róðri hjá okkum sterkt, sigur Livar Nysted.

##med2##

– Veðurmaðurin hjá okkum, sigur, at her eru stórar íður, ið eru einar 200 fjóðringar í ummáls og streymurin í støðum er um 2 knob, so hann roynir at losa okkum úr tí ringasta, so vit ikki fáa alt for nógvan mótstreym, sigur Livar Nysted.

Hann letur annars væl at, og allir hava tað gott umborð.

Livar Nysted og felagar hansara hava nú róð í 39 dagar.

Teir hava róð úr Portimão allar sunnast í Portugal móti Franska Gujana, norðast í Suðuramerika. Væntandi tekur túrurin millum 50 og 60 dagar.