Fiskasøla
Fiskasølan sigur, at bæði fiskiskapur og marknaðarviðurskifti vóru góð í 2002, tá ið ráddi um okkara botnfiskavinnu.
- Fiskiskapurin undir Føroyum gjørdist metstórur í 2002, og prísstøðið á marknaðinum fyri botnfisk hevur sum heild verið høgt, hóast tað fall nakað í mun til árið frammanundan.
Víst verður á, at búskaparliga afturgongdin á høvuðsmarknaðum okkara ikki hevur rakt okkum so meint higartil.
- Men væntandi fara vit at merkja hetta í 2003, sigur Fiskasølan sum heldur, at heimsbúskaparliga afturgongdin væntandi fer at raka føroyska útflutningin meinari í 2003. Tískil eru marknaðarútlitini fyri botnfisk ikki eins góð sum fyri ár 2002, hóast alheimsútboðið av botnfiski í ár helst verður á sama støði sum í 2002.
Fiskasølan heldur, at prísstøðið fer at lækka nakað á flestu fiskasløgum.
Saltfiskur og laksur
Fiskasølan eigur 25,5% av partapeninginum í P/F Vaðhorn Seafood á Strondum. Felagið, sum burturav framleiðir saltfiskafløk, hevði eitt metár í 2002.
Fiskasølan hevur eisini sett á stovn eitt dótturfelag í Fuglafirði, sum 6. januar í ár keypri rakstrartólini á Góðskingarvirkinum í Fuglafirði, ið P/F East Salmon átti. Síðan tá, hevur Fiskasølan staðið fyri rakstrinum av virkinum, ið framleiðir laksaportiónir. Umleið 40 fólk arbeiða hjá felagnum í Fuglafirði. Stjóri er Rógvi Reinert.
Rækjudeildin hjá Fiskasøluni í Hirtshals er niðurløgd, og verður øll søla av rækjum framd av høvuðsdeildini í Havn.